Kyndilsverjan steðgaði Neistanum

Kyndil vann tætta og verjukenda hálvfinaludystin á Neistanum við trimum málum.


Bartal Klein Olsen og Kyndil fingu hevnt ósigurin í steypafinaluni ímóti Neistanum. Kortini er einki avgjørt enn

Bartal Klein Olsen og Kyndil fingu hevnt ósigurin í steypafinaluni ímóti Neistanum. Kortini er einki avgjørt enn

Kyndil - Neistin 24-21 (13-14)

 

Hoyr samrøður frá FM1 við at trýsta HER

Tað var endurtøka av steypafinaluni í Høllini á Hálsi í kvøld. Øll hugsan um steypakapping var kortini løgd til viks, tí at nú snúði tað seg um fyrsta hálvfinaludystin í landskappingini.

So at siga allir dystir millum Kyndil og Neistan í ár hava verið serstakliga javnir, og frá byrjan tóktist søgan at endurtaka seg.

 

Leiðslan skifti aftur og fram millum liðini, ið tóktust at duga sera væl at svara aftur, hvørja ferð annað liðið royndi seg við nýggjum vápnum.

Eina løtu í fyrra hálvleiki fekk Neistin um endan og legði seg á odda 4-7, men dystinum so líkt, so kom Kyndil á 10-8 løtu seinni.

 

Dysturin koppaði aftur, og hann javnaði seg stutt áðrenn hálvleik. Tá legði Neistin seg á odda við einum, so at hálvleiksstøðan gjørdist 12-13.

Støðan gjørdist 12-14 eftir lítlari løtu av seinna hálvleiki, men dysturin javnaði seg aftur, eins og hann allatíðina hevði gjørt.

 

Men við støðuni 17-17 miðskeiðis í hálvleikinum, breyt Kyndil dystarmyndina. Tað fór at bragda sera væl í verjupartinum, og hetta gav rógv í álopinum. Neistamenn fóru at gerast ørkymlaðir av at Tórður Guttesen tók fleiri og fleiri bóltar - eisini úr fríum støðum. Samstundis fór tað at eydnast Tummas Paula Hanusarsyni og Davidi Edvardsen at senda bóltar fram við neistamálverjunum.

 

11 minuttir gingu við hesum, og støðan gjørdist 23-18 til Kyndil við seks minuttum eftir at leika.

Neistin sá eina seinastu vón, tá ið teir fangaðu ein bólt, men hann var tveittur burtur í skjótálopinum, og tá sást seinasta vónin fjara burtur úr neistaeygunum.

 

Seinastu løtuna kundi Kyndil ikki reypa sær av góðum hondbóltsspælið, men tað kundi Neistin so heldur ikki. Tíðin gekk og bíðað var bert eftir avgerðini, tá ið Neistin, undir leiðslu av Tróndi Kragesteen, bjargaði sær nakað av heiðri við at minka um munin seinastu løtuna til endaliga úrslitið 24-21 til Kyndil.

 

Liðini bæði spæla aðru hálvfinaluna sunnudagin klokkan 18.00 sunnudagin. Kyndil er í finaluni við einum sigri, meðan tað verður spældur ein triði og avgerandi dystur, um tað endar við sigri til Neistan.

 

Málskjúttar hjá Kyndli: David Edvardsen 6, Hjalti M. Jacobsen 6, Tummas Pauli Hanusarson, Bartal K. Olsen 3, Rógvi Dal Christiansen 2, John í Innistovu 1, Høgni Klein Olsen 1

Málskjúttar hjá Neistanum: Rasmus Søby 6, Tróndur Kragesteen 6, Tróndur Mikkelsen 5, Høgni Zachariassen 2, Pætur Mikkjalsson 2, Dánjal Ragnarsson 1, Karl Martin Olsen 1