Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 21.08.2017 (10:11)

Landsliðið úttikið: Týðandi spælarar mangla

Fótbóltslandsliðið manglar týðandi spælarar, nú tveir undankappingardystir skulu spælast.

Føroyar spæla í næstum ímóti Portugal og Andorra, og tað verður uttan fleiri av stuðulsspælarunum.

Seinastu árini hevur miðvøllurin á landsliðnum ofta verður mannaður við Fróða Benjaminsen, Hallur Hansson og Brandi Olsen, men eingin teirra er tøkur til dystin ímóti Portugal. Fróði verður tøkur til dystin móti Andorra.

Aðrir spælarar eru heldur ikki tøkir av ymiskum orsøkum – fyrst og fremst orsaka av skaðum, men eisini orsaka av skúla ella arbeiði. Sonni Ragnar Nattestad, Johan Troest Davidsen, Finnur Justinussen, Páll A. Klettskarð og Bárður Hansen vóru ikki upp á tal til landsliðið hesaferð.

Teir 22 spælararnir, sum eru úttiknir, eru hesir:

Málmenn

Gunnar Nielsen, FH
Teitur Gestsson, HB
Símun Rógvi Hansen, NSÍ

Verjuspælarar
Jónas Tór Næs, ÍBV
Viljormur Davidsen, Vejle
Atli Gregersen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Bryne
Hørður Askham, KÍ
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, B36

Miðvallarspælarar
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV
Gilli Rólantsson, Brann
René Shaki Joensen, Grindavík
Fróði Benjaminssen, Víkingur (ikki við í Portugal)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Pól Johannus Justinussen, NSÍ
Eli Falkvard Nielsen, B36
Karl Løkin, NSÍ
Róaldur Jakobsen, B36

Álopsspælarar

Klæmint A. Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, B36
Jóan Símun Edmundsson, OB


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her