Landsliðsúttøka mánadagin

Komandi mánadag verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, har Håkan Ericson fer at kunngera hópin til landsdystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova

Fyrstu vikuna í september skal A-landsliðið við monnum spæla tríggjar HM-undankappingardystir á heimavølli. Mikudagin 1. september ímóti Ísrael, leygardagin 4. september móti Danmark, og týsdagin 7. september koma moldovar á vitjan.

 

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 23. august klokkan 10:00. Á tíðindafundinum fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til næstu dystirnar.

 

Atgongumerkjasølan hevur gingið væl seinastu dagarnar, og til landsdystirnar móti Ísrael og Moldova eru umleið 3.500 atgongumerki seld, meðan tað nærum er útselt til dystin móti dønum. Á middegi hósdagin vóru 4.700 atgongumerki seld til dystin móti Danmark.

 

Pláss er fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum á Tórsvølli. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

Kostnaður (Føroyar – Danmark):

 

Bólkur 103-106: 300 kr.

 

Bólkur 101,102, 107 og 108: 225 kr.

 

Bólkur 109, 112 og 113: 150 kr.

 

Kostnaður (Føroyar – Ísrael og Føroyar – Moldova):

 

Bólkur 103-106: 200 kr.

 

Bólkur 101,102, 107 og 108: 150 kr.

 

Bólkur 109, 112 og 113: 100 kr.

 

Sølan er bert opin fyri føroyskum IP-adressum.