Lars blandar kortini enn

Vit gita: Lars Olsen hevur sett átta av ellivu plássum

Føroyska fótbóltslandsliðið vandi fyrrapartin í dag á nýggju venjingarstøðini í Andorra. Tað var kalti veðrinum og venjingin gav ikki so nógvar ábendingar um liðuppstillingina til landsdystin leygardagin, men Lars Olsen avdúkar, at hann umhugsar at byrja sum vit plaga.

 

Les eisini: Venjing avlýst vegna sjúku

 

Í gjár segði føroyski landsliðsvenjarin, at hann umhugsaði at spæla við tveimum framherjum, sum ein kollvelting í mun til tað vit kenna frá hansara tíð sum landsliðsvenjarin. Ætlanin er ikki slept, men landsliðsvenjarin hevur huga at halda seg til tað hann kennir.

 

- Eg hugsi meiri at byrja sum vit plaga, við einum áleypara. So hava vit møguleikan at broyta liðið og spælskipana alt eftir hvussu tað gongur. Eg havi nokk sett navn á áata av timum ellivu spælarunum, sigur Lars Olsen í dag.

 

Les eisini: Gummiavbjóðingin í Andorra

 

Tó eru fleiri spurningar um liðið, tí fleiri spælarar koma at spæla á plássum, sum teir ikki vanliga røkja á landsliðnum. Eitt nú er spurningur um Jóan Símun Edmundsson verður framherji, ella kemur at røkja leiklutin hjá skadda Brandi H. Olsen.

 

Eftir tí, sum var at síggja til venjingina í dag, so tykist Jóhan Troest Davidsen kom í miðverjuna fyri Sonna Ragnar Nattestad, ið er skaddur. Jónas Tór Næs spælir á høgra bakki, meðan Bárður J. Hansen og Kaj Leo í Bartalsstovu kempa um plássið á høgra miðvøllinum.

 

Les eisini: Lars umhugsar at kollvelta spælið

 

Sølvi Vatnhamar verður fluttur inn á miðvøllin, har Rógvi Baldvinsson eisini er ein møguleiki, meðan Gilli R. Sørensen tykist sita tryggur á vinstra vonginum. Spurningurin er so hvønn lut Páll A. Klettskarð og Klæmint A. Olsen fáa. Fær annar eitt pláss frá byrjan? Eisini sær út til, at Pól Jóhannus Justinussen er ætlaður eitt pláss á framrættaða miðvøllinum, um hann spælir.

 

Vit gita at teir átta eru:

Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Jóan Símun Edmundsson og Gilli R. Sørensen.

 

Ivamálini eru: Rógvi Baldvinsson á verjukenda miðvøllin – Bárður J. Hansen ella Kaj Leo í Bartalsstovu á høgra vong/miðvøll – Pól Jóhannus Justinussen, Páll A. Klettskarð ella Klæmin A. Olsen í álopið/framrættaða miðvøllin