Lars og Horsens dystast um Hall Hansson

Hallur Hansson kom í gjár á vøllin, men AC Horsens vil illa lata hann til føroyska landsliðið

Hallur Hansson spældi í gjár fyri fyrstu ferð, síðani hann í summar bleiv skurðviðgjørdur í fótinum. Føroyski miðvallarin gav av fyrstan tíð avboð til landsdystirnar móti Portugal og Andorra, men nú ynskir Lars Olsen at fáa miðvallaran til seinna dystin, sum er móti Andorra.

 

Les eisini: Landsliðið uttan týðandi spælarar

 

- Upprunaliga havi eg givið avboð, men seinastu dagarnir hava gingið framúr. Eg fekk 25 minuttir móti Brøndby í gjár. Lars Olsen ynskir at fáa meg við til seinna dystin, men læknar og hjálparfólk í AC Horsens meta ikki, at eg eri førur fyri at spæla ein heilan dyst, sigur Hallur Hansson.

 

Les eisini: René skaddur av vøllinum

 

Avgerðin verður tikin á einum fundi, sum er settur at verða seinnapartin í dag. AC Horsens tapti 2-0 fyri Brøndby, eftir eina annars frálíka byrjan upp á kappingarárið í Danmark. Føroyar spæla móti Portugal 31. august, meðan dysturin móti Andorra verður 3. septembur.

 

Lars Olsen hevur nógv at hugsa um, tí umframt Hall Hansson, so eru spælarar sum Sonni Ragnar Nattestad, Brandur H. Olsen, Finnur Justinussen og Jóhan Troest Davidsen ikki við, meðan René Shaki Joensen (Grindavík) fór av vøllinum við skaða í gjár. Fróði Benjaminsen er heldur ikki við til fyrra dystin.