Leita á in.fo

Samrøða við Lars Olsen

Tróndur Arge 10.10.2018 (18:36)

Lars Olsen: Finnur kann skjóta mál

Fyrrapartin í dag hevði føroyska landsliðið sína seinastu venjing, undan Nations League landsdystinum móti Aserbadjan, sum verður í annaðkvøld á Tórsvølli. Lars Olsen, landsliðsvenjari, vil ikki avdúka liðið, men ljóðar til at staðfesta, at broytingar verða.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg vil ikki siga hvør byrjar inni. Tað fáa spælararnir at vita í morgin. Fyrr enn tá vil eg ikki staðfesta nakað, men tit hava lov at gita, sigur Lars Olsen í dag.

 

Til venjingina er ongin ivi um, at tað verður Gilli Rólantsson á høgra bakki, Jóan Símun Edmundsson á høgra vongi, meðan Finnur Justinussen byrjar inni í álopinum. Hartil verður Odmar Færø í miðverjuni fyri Sonna Ragnar Nattestad, sum hevur leikbann.

 

Les eisini: Finnur byrjar helst inni

 

- Finnur hevur skotið nógv mál í donskum fótbólti, so vónandi kann hann taka nøkur av teimum við til Føroyar. Fyrimunurin, um vit flyta Jóan Símun á høgra miðvøllin, er at hann er so sterkur á bóltinum. Tá kunnu vit fáa hann fyrr á bóltin, sigur Lars Olsen.

 

Føroyar spæla móti Aserbadjan í 3. umfari í Nations League í annaðkvøld klokkan 19.45. Kosovo er á odda í bólkinum við fýra stigum, meðan Føroyar hava trý og Aserbadjan hava tvey. FM1 sendir frá klokkan 10 í morgin.

 

Vit gita liðið:

Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen, Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson, Brandur Hendriksson, Kaj Leo í Bartalsstovu – Finnur Justinussen

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her