Leita á in.fo

Hoyr Lars Müller greiða frá hví hann dømdi umspark í samband við nógv umtalaðu brotssparksstøðuna, tá Víkingur javnaði til 1-1 ímóti B36

Heri Simonsen 20.08.2017 (19:00)

Lars: - Tórður fór av strikuni áðrenn skotið fall

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av støðuni, sum førdi til, at Víkingur fekk brotsspark við støðuna 1-0 til B36. Hoyr frásøgnina av fyrra brotssparkinum, sum Tórður Thomsen bjargaði, og hoyr eftirfylgjandi hvussu dómarin, Lars Müller dømdi umspark, sum Hanus Jacobsen setti í netið til støðuna 1-1.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Lars Müller aftaná dystin, har Lars Müller greiðir frá hví hann dømdi, sum hann dømdi í hesari serligu støðuni.

 

Lars Müller greiðir frá, at hjálpardómarin metti, at Tórður Thomsen fór av strikuni áðrenn skotið fall, og tí var umspark dømt.