Lars umhugsar kollveltandi broytingar

Rás2: Aftur til Landskrona uppstillingina í Portugal

Lars Olsen hevur í dag úttikið 22 mans til HM undankappingardystirnar móti Portugal og Andorra, sum verða ávikavist 31. august og 3. septembur. Nógv avboð gera, at Lars Olsen umhugsar at venda aftur til eina gamla spælskipan, sum millum annað bleiv nýtt í sigrinum á Eysturríki í Landskrona í 1990.

 

Les eisini: Her er landsliðshópurin

 

Sonni Ragnar Nattestad, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Brandur H. Olsen og Jóhan Troest Davidsen eru millum spælararnir, sum ikki eru tøkir til dystin móti evropameistarunum úr Portugal. Tí hevur Lars Olsen í sinni at venda aftur til tríggjar í miðverjuni.

 

- Eg kann siga so mikið, at vit í løtuni umhugsa at spæla við trimum í miðvejruni og harvið fimm í verjuni, sigur Lars Olsen.

 

Hann sigur víðari, at tað er bæði ein avleiðing av øllum avboðunum, men eisini tí vit møta Portugal á útivølli. Tað er ikki ókent fyri føroyskan landsliðsfótbólt, at spæla við trimum í miðverjuni. Tað gjørdi landsliðið tey fyrstu tíggju árini við spælarum sum Jóannes Jakobsen, Jan Dam og Óla Johannesen sum “sweeparum”. Hesa ferð eitur sweeparin nokk Atli Gregersen.