Lasse og Rakul vardu best

Fótbóltsgalla 2018: Meistaraliðini áttu eisini bestu verjuleikararnar hetta kappingarárið.

Í løtuni er Fótbóltsgalla 2018 í gongd í Reinsarínum í Havn. Hetta er tiltakið, har ársins leikarar, venjarar og dómarar verða kosnir. Tað eru Miðlahúsið, FM1 og FSF, sum í felag skipa fyri hesum tiltakinum.


Júst nú eru ársins verjuleikarar kosnir. Hjá monnum vóru tilnevndir Bartal Wardum (HB), Lasse T. Andersen (HB) og Odmar Færø (B36), og hjá kvinnum vóru tilnevndar Birita B. Nielsen (B68), Nadja Johannesen (HB) og Rakul Magnussen (EBS/Skála).


Tað vóru meistaraliðini bæði, sum áttu ársins verjuleikarar, tí kosin vórðu Lasse T. Andersen hjá HB og Rakul Magnussen hjá EBS/Skála.