Leggja til brots klokkan tvey

Fyrsta bríksl á Skála verður ein tíma undan, at tað verður spælt í hinum plássunum

Annað umfar í Effo deildini verður ídag. Allir dystirnir vera klokkan 15 uttan tann á Skála, sum fær vitjan av HB. Har verður fyrsta bríkslið longu klokkan 14. Tá ið bæði fótbóltsliðið Skála og hondbóltsliðið StÍF eiga heimavøll sama dag, er neyðugt at laga dystartíðirnar eftir hvørjari aðrari. Bæði fótbóltsliðini og hondbóltsliðini nýta somu umklæðingarrúm í ítróttarhøllini á Skála.

 

Undan øðrum umfari eru tað tvey lið, sum hava fulla úrtøku. Tey eru HB og TB/FCS/Royn. Tvey lið vunnu einki stig í fyrsta umfari. Tey eru 07Vestur og ÍF.

 

Tað er møguleiki fyri ælaveðri seinnapartin. Ættin verður vestan og útsynningur, og tað verður eitt lot. Hitin verður upp í fimm stig.

 

ÍF-EB/Streymur: Dagfinn Forná kl. 15.00

NSÍ-Víkingur: Lars Müller kl. 15.00

Skála-HB: Alex Troleis kl. 14.00

07Vestur-TB/FCS/Royn: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

B36-KÍ: Petur Reinert kl. 15.00