Leikbann til Zlatan

Framherjin hjá Manchester United hevur fingið leikbann fyri at alboga spælara

Manchester United verður uttan Zlatan Ibrahimovic í tríggjar dystir. Tað er staðfest, eftir at hann hevur góðtikið dómin frá enska fótbóltssambandinum. 

 

Tað var í Premier League dystinum móti Bournemouth, at ilt kom millum Zlatan Ibrahimovic og miðverjan hjá gestunum, Tyrone Mings. Fyrst tveitti Zlatan Ibrahimovic miðverjan á vøllin. Løtuni seinni traðkaði Tyrone Mings á svenskaran, meðan hesin lá á vøllinum.

 

Zlatan Ibrahimovic kvittaði við at langa albogan í andlitið á Tyrone Mings, tá bólturin løtu seinni kom inn fyri. Í báðum støðunum sá dómarin ikki hendingina, og tí er málið tikið upp av enska fótbóltssambandinum. Eftir dystin leygardagin royndi Zlatan Ibrahimovic annars, at snúgva sær undan við at siga, at Tyrone Mings hoppaði í albogan hjá sær. 

 

Tyrone Mings er somuleiðis skuldsettur, men bretskir miðlar skriva, at Bournemouth ætlar at kæra dómin hjá teimum. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Zlatan Ibrahimovic brendi millum annað brotsspark seinni í dystinum.