Leita eftir fyrsta sigrinum

Hondbóltur: Ein dystur verður spældur í SMS-deildini hjá kvinnum í kvøld.

Ein føroyskur hondbóltsdystur er á skránni í kvøld. Talan er um dyst í SMS-deildini hjá kvinnum, har Stjørnan og Kyndil hittast í Klaksvík.


Bæði Stjørnan og Kyndil leita eftir sínum fyrsta sigri. Kyndil hevur tapt teir báðar fyrstu fyri H71 og VÍF, meðan Stjørnan hevur tapt fyri Neistanum og fingið javnt ímóti StÍF.

 

Hetta er fyrsti dysturin í triðja umfari. Hinir báðir dystirnir verða spældir sunnudagin, har StÍF - Neistin og VÍF - H71 hittast. Teir báðir dystirnir byrja kl.14.00.


Dysturin ímillum Stjørnuna og Kyndil í kvøld verður spældur í KÍ-høllini, og hann byrjar kl.18.30.