Lewandowski vil skifta felag

Spanskur ítróttarjournalistur heldur seg eisini vita, hvar Lewandowski fer at skifta til

Eitt sindur av roki hevur verið rundanum stjørnuáleyparan hjá Bayern Munchen, Robert Lewandowski, seinastu tíðina. Robert Lewandowski hevur sum skilst ikki verið nøgdur við flytingarvindeygað hjá Bayern Munchen í summar, har hann heldur at ov fáir profilar hava verið keyptir til felagið.

 

Útmeldingarnar hjá Robert Lewandowski hava verið illa móttiknar í Bayern Munchen. Millum annað hevur stjórin í Bayern Munchen, Karl Heinz Rummenigge, verið úti við hvøssum atfinningum móti Robert Lewandowski fyri at seta seg sjálvan yvir felagið.

 

Og sambært álítandi spanska ítróttarjournalistinum, Guillem Balague, eru stór útlit fyri at Robert Lewandowski fer at skifta felag. Guillem Balague heldur seg vita, at Robert Lewandowski ynskir at skifta til Real Madrid, og at Real Madrid komandi summar fer at kunngera Robert Lewandowski sum eitt av nýggju keypunum.

 

Robert Lewandowski er 29 ára gamal.