Liverpool flongdi Roma

Men endin av dystinum kundi bent á spenning til seinnu uppgerðina

Champions League kappingin nærkast endanum, og í kvøld var fyrsta hálvfinalan á skránni, tá Liverpool tók ímóti AS Roma á heimavølli. Eftir dystin kann sigast, at Liverpool mestsum hevur annað beinið í finaluni, tí Liverpool tryggjaði sær sannførandi útgangsstøðið í kvøld.

 

Liverpool vann dystin móti AS Roma í kvøld 5-2, eftir hálvleiksstøðuna 2-0 til Liverpool. Eitt skifti í seinna hálvleiki var munurin enntá so stórur, at Liverpool førdi heili 5-0. Men móti endanum av dystinum kveikti Roma eitt sindur av spenningi til seinnu uppgerðina, tá teir minkaðu um munin til 5-1 og 5-2.

 

Hjá Liverpool hava stóru hetjurnar í alt ár verið vandamikla álopstrio’in, Mohamed Salah, Sadio Mané og Roberto Firmino, og teir tríggir tóku eisini yvirskriftirnar til dystin í kvøld. Mohamed Salah og Roberto Firmino skoraðu tvey mál hjá Liverpool í kvøld, meðan Sadio Mané skoraði eitt mál.

 

Seinna uppgerðin millum AS Roma og Liverpool verður spæld á Olympiska leikvøllinum í Róm um átta dagar.

 

 

Liverpool – Roma 5-2 (2-0)

1-0 Mohamed Salah, 36.

2-0 Mohamed Salah, 45.

3-0 Sadio Mané, 56.

4-0 Roberto Firmino, 62.

5-0 Roberto Firmino, 69.

5-1 Edin Dzeko, 81.

5-2 Diego Perrotti, 85.