Mynd: (Knút Olsen/Liverpool Føroyar Facebook) Martin Kúrberg við kekkinum upp á 25 túsund krónur til viðgerðarheimið Frælsið
Tróndur Arge 10.02.2019 (14:15)
Liverpool Føroyar stuðlar Frælsinum
Í gjár hevði føroyska fjepparafelagið hjá Liverpool, Liverpool Føroyar, árligu ræstkjøtaveitsluna fyri sínum limum. Borðhaldið endaði við, at fjepparafelagið handaði viðgerðarheiminum “Frælsið” eina peningagávu á 25 túsund krónur.
Martin Kúrberg, leiðari á Frælsinum, kom í Bowlinghøllina at taka ímóti kekkinum. Hetta eru alt pengar, sum Liverpool Føroyar hevur savnað inn við sínum virksemi. Eitt nú hevur felagið burturlutað ymiskar lutir, havt eitt stórt tiltak í samband við Champions League finaluna í fjør og havt uppisølu.
Bara í gjár komu 40 túsund krónur inn í uppisøluni. Millum annað bleiv ein troyggja við autografum frá Champions League vinnarunum frá 2005 seld fyri 17 túsund krónur.
Liverpool Føroyar letur á hvørjum ári eina peningagávu til vælgerandi endamál. Sagt verður úr Liverpool Føroyum, at latið í gjár var avbera gott. Fyrr um dagin vann Liverpool 3-0 á AFC Bournemouth og liggur í løtuni á fyrsta plássi í Premier League.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Hevur lykilin í egnum hondum |
|
B68’ari til NSÍ |
|
Jürgen Klopp fingið stóra bót |
|
EM-kvinnur: Her er lutakastið |
|
Mansfinalan: Neistin er steypavinnari |
|
HB er FM-favorittur - Men kappingin verður javnari (FM1) |
|
Erlendur slitið krossbandið |
|
Holgar til ÍF |
|
Chelsea fingið keypsbann |
|
Europa League: Hesi liðini eru víðari |
|
Daniella og Turið hava vunnið og tapt steypafinalur (FM1) |
|
Hoyr ein samandrátt av seinkingum og avbrotum í kvinnufinaluni (FM1) |
|
Klaksvíkskappingin er hetta vikuskiftið |
|
Enn eitt steyp til Neistan |
|
Torkil droymir um Tour de France |
|
Dreingir 18 fullførdu neistahattrikkið |
|
Ingi Olsen: VÍF møtti ikki til fyrra hálvleik |
|
Kyndil-VÍF 31-24: Hoyr samandrátt frá FM1 |
|
Gullprát við spælarar og venjarar hjá Neistanum (FM1) |
|
Martin Lellek: Kom til Føroya fyri steypafinaluna |
|
Sportboxin: Upptakt til finalurnar |
|
At døma eina steypafinalu er tað størsta (FM1) |
|
Vænta eina harða og javna steypafinalu (FM1) |
|
Mjølnir leggur trýst á SÍ |
|