Leita á in.fo

Mynd: (Polfoto) Fegnir Liverpool spælarar

Tróndur Arge 06.12.2017 (21:43)

Liverpool lættliga víðari

Liverpool er eitt av teimum 16 liðunum, sum eru komin víðari til Champions League endaspælið, eftir 7-0 sigur á Spartak Moskva. Tað bleiv greitt, eftir at seinastu fýra bólkarnir blivu avgreiddir í kvøld.

 

Liverpool vann greitt á Spartak Moskova og tryggjaði sær fyrsta plássið í bólki E. Longu aftaná 19 minuttir var Liverpool á odda 3-0. Tvær ferðir Philippe Coutinho, sum seinni gjørdi hattrik, og eitt av Roberto Firmino. Góða spælið helt fram í seinna hálvleiki, tá Sadio Mané skoraði tvær ferðir, Mo Salah eina ferð, meðan Philippe Coutinho fullgjørdi sítt hattrik. Sevilla spældi javnleik móti Maribor, men eru víðari.

 

Aðrastaðni setti Cristiano Ronaldo nýtt Champions League met tá hann skoraði móti Borussia Dortmund. Hann hevur sum tann einasti nakrantíð skorað í øllum seks dystunum í bólkaspælinum. Tottenham er víðari sum vinnari í tí bólkinum.

 

Bólkur E

Liverpool – Spartak Moskva 5-0 (3-0)

1-0  Philippe Coutinho, 1-0 4.min br

2-0  Philippe Coutinho, 15.min

3-0  Roberto Firmino, 19.min

4-0  Sadio Mané, 47.min

5-0  Philippe Coutinho, 50.min

 

Maribor – Sevilla 1-1 (1-0)

1-0 Tavares, 10.min

1-1 Paulo Ganso, 75.min

 

Støðan:

1. Liverpool 12 stig +17 (málmunur)

2. Sevilla 9 stig 0

3. Spartak Moskva 6 stig -4

4. Maribor NK 3 stig – 13

 

Bólkur F:

Shakhtar Donetsk – Manchester City 2-1 (2-0)

1-0  Bernard, 26

2-0  Ismaily, 32

2-1 Sergio Aguero, 90.min br

 

Feyenoord – Napoli 2-1 (1-1)

0-1  Piotr Zielinski, 2

1-1  Nicolai Jørgensen, 33

2-1 Jerry St. Juste, 90.min

 

Støðan:

1. Manchester City 15 (stig) + 9

2. Shakhtar Donetsk 12 stig 0

3. Napoli 6 stig 0

4. Feyenoord 3 stig -9

 

Bólkur G:

RB Leipzig – Besiktas 1-2 (0-1)

0-1  Alvaro Negredo, 10.min br

1-1  Naby Keita, 87.min

1-2  Anderson Talisca, 90.min

 

FC Porto – Monaco 5-2 (3-0)

1-0  Vincent Aboubakar, 9.min

2-0  Vincent Aboubakar, 33.min

3-0  Yacine Brahimi, 45.min

3-1  Kamil Glik, 61.min br

4-1 Alex Telles, 65.min

4-2 Rafamel Falcao, 78

5-2 Tiquinho, 88.min

 

Støðan:

1. Bestikas 14 stig + 6

2. FC Porto 10 stig +5

3. RB Leipzig 7 stig - 1

4.     Monaco 2 stig – 10

 

Bólkur H:

Real Madrid – Borussia Dortmund 3-2 (2-1)

1-0  Borja Mayoral, 8.min

2-0  Cristiano Ronaldo, 12. min

2-1  Pierre-Emerick Aubameyang, 43. min

2-2  Pierre-Emerick Aubameyang, 49. min

3-2 Lucas Vazquez, 81.min

 

Tottenham – APOEL Nicosia 3-0 (2-0)

1-0  Fernando Llorente, 20. min

2-0  Heung-Min Son, 37. min

3-0 Georges N'Koudou, 80.min

 

Støðan:

1. Tottenham 16 stig + 11

2. Real Madrid 13 stig +10

3. Borussia Dortmund 2 stig -6

4. APOEL Nicosia 2 stig -15


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her