Leita á in.fo

Tróndur Arge 13.03.2019 (21:54)

Liverpool og Barcelona víðari

Liverpool og FC Barcelona hava í kvøld vunnið seg í fjórðingsfinaluna í Champions League. Liverpool vann 3-1 á útivølli móti Bayern Munchen, meðan FC Barcelona vann 5-1 á Camp Nou móti Lyon. Báðar tær fyrru uppgerðirnar endaðu málleysar.

 

Liverpool kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Sadio Mané sneiddi málverjan og lyftin bóltin í málið. Stutt fyri hálvleik gjørdi miðverjin hjá Liverpool, Joel Matip, sjálvmál. Nú var javnleikur 1-1, men Liverpool hevur munin við útivallar máli.

 

Í seinna hálvleiki legði Liverpool afturat leiðsluni. Fyrst stútaði Virgil van Dijk bóltin í mál eftir hornaspark, áðrenn Sadio Mané endaliga stútaði Liverpool víðari, eftir frálíkt upplegg frá Mohamed Salah.

 

FC Barcelona var á odda 2-0 í hálvleikinum, men tað kom spenningur í, tá Lyon í seinna hálvleiki minkaði um munin. Síðani tók Lionel Messi sakina í egnar hendur og dribblaði framvið verjuni hjá Lyon og sendi bóltin í málið til 3-1. Móti endanum øktu Gerard Pique og Osumane Dembele til úrslitið 5-1.

 

Sostatt eru Liverpool og FC Barcelona saman við Manchester City, Manchester United, Ajax, Tottenham, FC Porto og Juventus í pottinum fríggjadagin, tá lutakast verður til fjórðingsfinalurnar.

 

Champions League 1/8:

Bayern Munchen – Liverpool 1-3

0-1 Sadio Mané, 26

1-1 Joel Matip, 39 sjálvmál

1-2 Virgil van Dijk, 69

1-3 Sadio Mané, 84

Liverpool vinnur samanlagt 3-1

 

FC Barcelona – Lyon 5-1

1-0 Lionel Messi, 18 br

2-0 Philippe Coutinho, 31

2-1 Lucas Tousart, 58

3-1 Lionel Messi, 78

4-1 Gerard Pique, 81

5-1 Osumane Dembele, 86

FC Barcelona vinnur samanlagt 5-1


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her