Leita á in.fo

polfoto

Jóannes Hansen 11.02.2018 (18:21)

Liverpool styrkti um sína støðu

Meðan Manchester United fyrr í dag kiksaði á útivølli í Newcastle, so avgreiddi Liverpool sín setning. Í kvøld vann Liverpool 2-0 í Southampton.

Longu eftir fyrra hálvleik var støðan 2-0. Aftur í kvøld var Mohamed Salah stóri maðurin hjá Liverpool. Hesa ferð var tað saman við Robert Firmino, sum skoraði fyrra málið longu í sætta minutti.

Mohamed Salah átti uppleggið til fyrra málið, og tríggjar minuttir undan steðginum skoraði hann seinna málið. Tá var tað Robert Firmino, sum átti uppleggið.

 

Tapið í kvøld ber við sær, at Southampton framvegis er undir strikuni.

Sigurin ber við sær, at Liverpool nú er á triðja plássi. Tað eru tvey færri enn Manchester United og tvey fleiri enn Tottenham.

 

Í annaðkvøld skal Chelsea spæla síðsta dystin í hesum umfarinum. Hann verður á heimavølli ímóti botnliðnum West Bromwich Albion. Um tað eydnast Chelsea at vinna, so fer tað at bera við sær, at Tottenham verður trýst av aftur fjórða plássinum, sum er so týdningarmikið at enda á, tí tað ber við sær rættin at luttaka í europeisku meistarakappingini í summar.

 

1Man. City27233179:2072
2Man. Utd27175551:1956
3Liverpool27159361:3154
4Tottenham27157552:2452
5Chelsea26155646:2350
6Arsenal27136851:3645
7Burnley2799921:2436
8Leicester27981039:4035
9Everton27971132:4634
10Bournemouth27871231:4131
11Watford27861337:4730
12West Ham27791134:4630
13Newcastle27771325:3628
14Brighton276101122:3628
15Crystal Palace27691225:4227
16Swansea27761420:3727
17Huddersfield27761423:4727
18Southampton275111128:4026
19Stoke27671427:5325
20WBA263111221:3720

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her