Liverpool tapti annan dystin á rað

Í gjárkvøldið taptu ensku kempurnar annan dystin á rað. Liverpool vitjaði Molineix stadium í Wolverhamton og taptu dystin 2-1. Wolves løgdu seg á odda 1-0 seint í fyrra hálvleiki, men Liverpool javnaði stutt eftir stegðin, áðrenn Ruben Neves legði Wolves á odda 2-1, 4 min aftaná, sum gjørdist endaliga úrsliti.

 

Tó má sigast, at dysturin ikki varð spældur í Premier League, har Liverpool er oddalið, men í FA cup, sum er høvuðssteypakappingin í Onglandi. Hon kann samanberast við kappingina um løgmannsteypið her heima.

 

Sjálvt um FA cup kanska er størsta steypakapping í heiminum er hon ikki høgt í metum hjá stórum feløgum sum Liverpool, ið heldur velja at geva teimum óroyndu spælarunum møguleikan og velja at spara tær stóru kanónirnar.

 

Av hesi orsøk fór Liverpool eisini út í fyrstu rundu í fjør.