Liverpool vann dramatiskan dyst

Liverpool fekk spælara útvístan, meðan Manchester United heldur fram at vinna

Liverpool heldur fram at vinna í oddinum í Premier League, men tað var ikki uttan hóvasták, at oddaliðið vann 4-3 á Crystal Palace. Manchester United og Ole Gunnar Solskjær vunnu sjeynda dystin upp í slag.

 

Tað var sannur dramatikkur, tá Liverpool í dag vann 4-3 á Crystal Palace. Gestirnir úr London komu á odda 1-0 og javnaðu 2-2 í seinna hálvleiki, men tað endaði við at Liverpool við tíggju monnum hálaði sigurin heim.

 

Mohamed Salah skoraði tvey, meðan Roberto Firmino og Sadio Mané skoraðu hvørsítt fyri Liverpool. Tíggju minuttir fyri tíð fekk James Milner sítt seinna gula kort. Við til søguna hoyrir, at 39 ára gamli Julian Speroni stóð í mál fyri gestirnar. Hetta er fyrsti dysturin í longri tíð – og tá sást í ivasama avrikinum hjá roynda málverjanum.

 

Paul Pogba og Marcus Rashford tryggjaðu Manchester United sjeynda sigurin upp í slag. Ole Gunnar Solskjær slær í løtuni øll met fyri ein nýggjan venjara hjá Manchester United. Hetta er sætti sigurin í Premier League upp í slag.

 

Premier League 23. umfar:

Wolverhampton Wanderers 4 – 3 Leicester City

AFC Bournemouth 2 – 0 West Ham United

Liverpool 4 – 3 Crystal Palace

Manchester United 2 – 1 Brighton & Hove Albion

Newcastle United 3 – 0 Cardiff City

Southampton 2 – 1 Everton

Watford 0 – 0 Burnley

Arsenal – Chelsea 2-0 (70.min spældir)

Støðan: (Livescore.com)

1

Liverpool

23

41

60

2

Manchester City

22

42

53

3

Tottenham Hotspur

22

24

48

4

Chelsea

23

21

47

5

Arsenal

23

16

44

6

Manchester United

23

13

44

7

Watford

23

0

33

8

Wolverhampton Wanderers

23

-4

32

9

Leicester City

23

0

31

10

West Ham United

23

-4

31

11

Everton

23

1

30

12

AFC Bournemouth

23

-9

30

13

Brighton & Hove Albion

23

-7

26

14

Crystal Palace

23

-9

22

15

Southampton

23

-15

22

16

Burnley

23

-20

22

17

Newcastle United

23

-12

21

18

Cardiff City

23

-25

19

19

Fulham

22

-29

14

20

Huddersfield Town

22

-24

11