Leita á in.fo

Tróndur Arge 09.01.2017 (15:32)

Løgmaður lovar at hjálpa U21 landsliðnum

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevði á døgurða vitjan av U21 landsliðnum í hondbólti, sum í gjár skrivaði søgu, tá teir vunnu seg til HM endaspælið í Algeria. Tað er stórur bitið fíggjarliga hjá hondbóltssambandinum, men tað er hjálp at heinta.

 

Hoyr samrøðuna við løgmann við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Nú veit eg ikki hvat tað kemur at kosta HSF at luttaka í hesi kappingini, men um tey hava fíggjarligar avbjóðingar, so eru tey vælkomin at tosa við politiska mynduleikan. So hyggja vit eftir tí saman, sigur Aksel V. Johannesen við Rás2.

 

Løgmaður vísir eisini á, at játtanin til ÍSF og luttøku í altjóða kappingum er hækkað í ár.

 

- Tá tað kemur til tað fíggjarliga, so er tað so at løgtingið hevur hækkað játtanina til ÍSF í inniverandi fíggjarári. 500 hundrað túsund til ÍSF, og 500 túsund til altjóða kappingar undir ÍSF, sigur Aksel V. Johannesen við Rás2.

 

Les eisini: U21 landsliðið skrivaði søgu

 

Løgmaður verður í summar við, tá oyggjaleikirnir verða. Hann vónar eisini, at kunna verða til í minsta lagi onkran av dystunum, tá U21 landsliðið seint í juli skal spæla í HM endaspælinum í Algeria.

 

- Um til ber, so er ikki óhugsandi at eg verið til staðar. Eg má sjálvandi verða í Føroyum á ólavsøku, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Føroyska U21 landsliðið í hondbólti vann allar tríggjar dystirnar í undankappingini, sum var á Hálsi um vikuskiftið.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her