Leita á in.fo

Tróndur Arge 04.12.2018 (20:31)

Løtan tá Bjarni valdi at gevast

Føroya sterkasti maður seinastu fimm árini, Bjarni Nielsen, hevur valt at sleppa dreyminum um at røkka altjóða tindunum. Prísurin fyri at verða ein sterkmaður er ov høgur. – Tá tú vigar 150 kilo, so skalt tú bera tað við tær hvønn dag, sigur Bjarni Nielsen við ÍtróttarSosialin.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Avgerðin bleiv tikin í summar. Tað er av fleiri orsøkum, at 30 ára gamli havnarmaðurin nú hevur valt at sleppa dreyminum, um at røkka altjóða sterkmanstindunum. Alt rann saman í summar, tá 150 kilo tungi Bjarni Nielsen skuldi festa eitt spegl í veggin.

 

Les eisini: Bjarni Nielsen takkar fyri seg

 

- Eg sveittaði so illa, at eg mátti fara í brúsu og alt aftaná. Tá hugsaði eg, hví eg ikki valdi ein ítrótt, har tú ert ein vanligur maður uttanfyri ítróttin. Í fótbólti hevur tú ilt í baklærinum, ella er stívur í beinum. Tá tú vigar 150 kilo, so ber tú tað við tær allan dagin, sigur Bjarni Nielsen.

 

Seinasta av teimum heilt stóru kappingunum var Burn Showdown sterkmanskappingin. Síðani kappingin endaði fyri bara tveimum vikum síðani, hevur Bjarni Nielsen tapt seg níggju kilo.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her