Lutakast til Champions League

Fýra ensk lið eru í pottinum í dag, fyri fyrstu ferð í tíggju ár

Í dag klokkan 11 verður lutakastið til fjórðingsfinalurnar í Champions League. Fyri fyrstu ferð í tíggju ár, eru fýra enska lið við millum átta tey seinastu. Á døgurða verður lutakastið til 1/8 finalurnar í Europa League.

 

Liverpool, Tottenham, Manchester City og Manchester United eru øll í pottinum saman við FC Barcelona, Ajax, FC Porto og Juventus. Lutakastið í dag er púra opið. Tað vil siga, at øll kunnu møta øllum. Somuleðis verður drigið til hálvfinalurnar, so at feløgini aftaná í dag, vita hvussu vegurin til finaluna sær út.

 

Tó er eitt fyrilit. Manchester United og Manchester City kunnu ikki spæla á heimavølli sama dag, ella dag um dag. Her verður tað liðið, sum endaði aftanfyri í farnu landskapping, Manchester United, flutt til annan dag. Hetta er eftir ynski frá mynduleikunum í Manchester.

 

Tað verður eisini lutakast til 1/8 finalurnar í Europa League, har ensk lið eisini gera seg galdandi. Bæði Chelsea og Arsenal eru við í pottinum í dag. Hartil eru Napoli, Villareal, Benfica, Valencia, Slavia Prag og Eintracht Frankfurt eisini komin víðari til 1/8 finalurnar.

 

Champions League lutakast:

Liverpool, Tottenham, Manchester City, Manchester United, FC Barcelona, Ajax, FC Porto og Juventus.

 

Europa League:

Arsenal, Chelsea, Napoli, Villareal, Benfica, Valencia, Slavia Prag og Eintracht Frankfurt