Lutakast til U15, U17 og U21

FSF Varpið: Lutakast hevur verið til steypakappingarnar í U15, U17 og U21 hjá dreingjum

Lutakastið til steypakappingarnar hjá aldursbólkunum U15, U17 og U21 hjá dreingjum hevur verið. Hjá U15 eru 13 lið við, meðan tað eru 11 lið við í steypakappingini hjá U17 og U21.

 

Serliga í steypakappingini hjá U21 dreingjum er lagt upp til fleiri spennandi dystir, tí NSÍ, HB, KÍ og B36 møtast øll áðrenn steypafinaluna, sum verður 24. august.

 

Felags fyri allar steypakappingarnar er, at fyrstu umførini verða í mai, meðan hálvfinalurnar eru í juni. Allar steypafinalurnar verður spældar til stóra steypavikuskiftið á Tórsvølli, sum verður 24. og 25. august.