Lutakastið til EM-undankappingina hjá kvinnum

Klokkan 17.00 í dag verður lutakastið til EM-undankappingina hjá kvinnum. Lutakastið verður í Keypmannahavn. Lutakastið kann stroymast á youtube-síðuni hjá EHF.

Tað eru 28 lond við í lutakastinum, har liðini verða drigin í sjey bólkar við fýra liðum í hvørjum. Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki koma víðari til endaspælið, sum verður leikt í Noregi og Danmark.

 

Liðini eru styrkismett soleiðis:

1. Frakland, Holland, Rusland, Svøríki, Rumenia, Montenegro og Týskland.

2. Serbia, Kekkia, Ungarn, Spania, Slovenia, Pólland, Kroatia

3. Eysturríki, Hvítarussland, Slovakia, Turkaland, Makedonia, Ukraina og Italia.

4. Sveis, Ísland, Portugal, Litava, Føroyar, Kosova, vinnarar av fasu 1.

 

Fyrst í juni verður fasa 1 leikt, har Ísrael, Finnland, Grikkaland og Luksemburg kappast um eitt pláss í fasu 2.

Undankappingin verður leikt við úti- og heimadystum í september 2019, mars 2020 og mai 2020. Endaspælið verður leikt 4. – 20. desember í Tróndheim, Stavanger, Oslo í Noreg og í Herning í Danmark.

Lutakastið kann síggja beinleiðis við at trýsta HER