Magnus til Portugal sunnudagin

Nú hevur Magnus H. Jacobsen spælt sín seinasta dyst fyri B36 á hesum sinni

Magnus Holm Jacobsen váttar í samrøðu við Røddina hjá Kringvarpinum, at hann í morgin byrjar ferðina til Portugal, har hann skal spæla við Pacos de Ferreira, sum er í næstbestu deildini.

 

Síggj innslagið hjá Røddini um Magnus H. Jacobsen við at trýsta HER

 

- Eg fari úr Føroyum sunnudagin og eri har mánadagin. Eg gleði meg mest at sleppa at liggja á strondini og sóla mær, sigur Magnus H. Jacobsen millum annað í sjónbandasamrøðu við Røddina hjá Kringvarpinum.

 

18 ára gamli miðvallarin var við U17 landsliðnum, sum fyri einum ári síðani luttók í EM-endaspælinum í Koratia. Tað var í seinnu av teimum undankappingum, at umboðmenn høvdu fingið gott eyga á eginleikarnar hjá Magnusi H. Jacobsen.

 

Magnus H. Jacobsen spældi í gjár sín seinasta dyst fyri B36 í 2-2 javnleikinum móti EB/Streymi.