Mahrez skiftir til meistararnar

Í vetur streykaði Leicester leikarin, Riyad Mahrez, tí at hann í januar mánað ikki slapp at skifta frá Leicester til Manchester City. Men nú verður handilin veruleiki. Manchester City boðar í kvøld frá, at felagið hevur keypt Riyad Mahrez leysan úr Leicester, har hann hevur spælt síðani 2014.

 

Riyad Mahrez gjørdist serliga kendur kappingarárið 2015/2016, tá Leicester ógvuliga óvæntað vann Premier League steypið. Riyad Mahrez var tá millum lyklaleikararnar á liðnum hjá Leicester og vann heiðurin sum ársins leikari í Premier League tað kappingarárið valt av leikarunum í Premier League.

 

Heimasíðan hjá Manchester City skrivar, at sáttmálin millum Manchester City og Riyad Mahrez er galdandi fyri næstu fimm kappingarárini. Keypsprísurin fyri Riyad Mahrez væntast at liggja beint omanfyri 500 milliónir krónur.