Leita á in.fo

Tað gongur framúr væl hjá Símun Samuelsen (nummar 8) og HB í Betrideildini

Heri Simonsen 15.04.2018 (20:10)

Málini og samrøða við Símun Samuelsen (Rás2)

Partur av frágreiðingini um góðu gongdina hjá HB er, at gamli landsliðsspælarin, Símun Samuelsen hevur funnið formin fram aftur, ið hann var kendur fyri áðrenn skaðar og annað fóru at darva hann. 

 

Símun Samuelsen, ið javnaði til 1-1 í dystinum, sum HB vann 2-1 á NSÍ í Runavík er eisini fegin um gongdina, bæði persónliga og ikki minst fyri liðið. Hann avvísir ikki, at íslendski venjarin, Heimir Guðjónsson eigur sín lut í góðu gongdini hjá honum og hjá liðnum.

 

Símun Samuelsen hevur tó beinini plantaði væl á jørðini, og undirstrikar, at HB hevur bara fokus á komandi dyst, ið er ein útidystur ímóti TB/FCS/Royn við Stórá í Trongisvági.

 

Símun Samuelsen dylur tó ikki, at hann er framúr glaður fyri fulla úrtøku í fleiri útidystum á rað nú. Og hann fegnast um, at hann nú er byrjaður inni seks dystir á rað nú

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr Trónd Arge siga frá báðum málunum hjá HB, ið Símun Samuelsen og Tróndur Jensen skutu.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Símun Samuelsen aftaná dystin. 

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik Hentze hoyrist HER

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her