Manchester City bakkar ikki

Felagið er ávegis at brúka 1,3 milliardir krónur upp á bakkar

Manchester City hevur í dag keypt høgra bakkin, Danilo, frá Real Madrid. Undan tí hevur felagið brúkt hálva milliard krónur upp á Kyle Walker frá Tottenham, og ætlanin er eisini at brúka ein hálva milliard krónur upp á venstra bakkin hjá Monaco, Benjamin Mendy.

 

Les eisini: Tvær milliardir fyri Neymar

 

Farna kappingarár hjá Manchester City varð ikki góðkent. Liðið rakk einum triðja plássi í Premier League, men stóð seg ikki væl í steypakappingunum, har í millum í Champions League. Nú hevur Pep Guardiola fingið nokk.

 

Eitt av plássunum, har fyrrverandi venjarin hjá Barcelona og Bayern Munchen, hevur leitað sær styrk, er á bakkunum. Fyrstaval var Dani Alves, men hann endaði í PSG. Síðani eru Kyle Walker og nú Danilo komnir upp á pláss sum høgri bakkar.

 

Tað tykist eisini fyri vist, at Benjamin Mendy fylgir gamla liðfelagnum, Bernandro Silva, frá Monaco til Manchester City. Tað verður mett, at hann kemur at kosta áleið eina hálva milliard krónur. Gongst sum gitt, so hevur Manchester City brúkt 1,3 milliardir krónur upp á bakkar til komandi kappingarár.

 

Danilo Luiz da Silva er 26 ára gamal. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í brasilska Santos, áðrenn hann skifti til Porto í Portugal. Í 2015 fór hann til Real Madrid, men sló ongantíð ordiliga til. Danilo kostaði Manchester City í undirkantinum av 300 milliónum krónum.

 

Manchester City hevur nú fingið tilgongd av Bernardo Silva, Ederson og Kyle Walker, meðan Bacary Sagna, Gael Clichy, Pablo Zabaleta og Alexandar Kolarov eru leyslatnir, meðan Kelechi Iheanacho og Wilfried Bony helst verða at finna í øðrum feløgum komandi kappingarár.