Leita á in.fo

Mynd: (Scanpix) Gabriel Jesus fegnast um 9-0 sigurin

Tróndur Arge 10.01.2019 (10:00)

Manchester City skoraði 9

Manchester City vann í gjár heili 9-0 á Burton Albion í fyrru hálvfinaluni í Liga Cup steypakappingini. Nú er spurningurin bara um mótstøðuliðið verður Tottenham og Chelsea. Har vann Tottenham fyrru hálvfinaluna 1-0.

 

Tað, sum í gjár skuldi verða ein stórur dagur fyri Burton Albion, bleiv ein marra. League One liðið hevur vunnið seg í hálvfinaluna í Liga Cup, og vinningurin eru tveir dystir móti ensku meistarunum úr Manchester City.

 

Undan dystinum gjørdi eitt ferðsluóhapp, at fleiri av Burton Albion viðhaldsfólkunum ikki komu vegin fram. Tað var kanska fyri tað besta, tí Manchester City vísti onga náði. Serliga brasilski Gabriel Jesus var í stórformi. Hann skoraði fýra ferðir. Tað endaði við heili 9-0 sigri. Tí er spenningurin rokin úr seinnu hálvfinaluni.

 

Í hini fyrru hálvfinaluni vann Tottenham 1-0 á grannunum úr Chelsea á Wembley. Harry Kane skoraði málið upp á brotsspark. Liga Cup er tann minna av teimum báðum steypakappingunum í Onglandi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her