Manchester United skal til Spania

Nú er tað bara Celta Vigo, sum stendur millum Manchester United og eitt pláss í minnu evropisku steypakappingini, Europa League. Tey hva ongantíð spælt móti hvørjum øðrum áður.

 

Lutakast til semifinalurnar hevur verið í dag og fullu dystirnir soleiðis.

Ajax – Lyon

Celta Vigo – Manchester United

 

Ajax og Lyon hava spælt fýra ferðir áður í evropiskum kappingum. Lyon hevur ongantíð vunnið á Ajax, sum hevur vunnið tveir dystir og spælt tveir javnar.

 

Fyrri dysturin verður spældur 4. mai, meðan seinni dysturin verður spældur 11. mai.

 

Manchester United mátti út í eykatíð fyri at vinna á Anderlecht í kvartfinaluni. Ajax mátti eisini út í eykatíð fyri at basa Schalke 04, meðan Lyon mátti heilt til brotssparkskapping fyri at vinna á Besiktas. Celta Vigo var einasta liðið í kvartfinaluni, sum greiddi sín setning upp á 180 minuttir, tá teir vunnu móti belgiska liðnum Genk.

 

Finalan verður í Stokkhólmi 24. mai. Vinnarin av Europa League fær eitt pláss í Champions League komandi ár.