Manchester United tapti fyri Derby

Liga Cup: José Mourinho hevur í kvøld tapt fyri Frank Lampard

Ein partur av triðja umfari í Liga Cup kappingini, sum er tann minna av tveimum steypakappingum í enskum fótbólti, hevur verið í dag. Størsti skelkurin kom á Old Trafford, har Manchester United tapti fyri Derby County, sum spælir í næstbestu deildini.

 

Juan Mata legði annars Manchester United á odda longu eftir tríggjar minuttir. Í seinna hálvleiki broyttist alt. Fyrst javnaði Harry Wilson við framúr frísparki, áðrenn Sergio Romero í málinum hjá Manchester United fekk beinleiðis reytt kort, tá hann brúki hondina uttanfyri brotsteigin.

 

Stutt fyri tíð skoraði Derby aftur, men langt inni í yvirtíðini javnaði tann so oftani útskeldaði Marouane Fellaini. Tað endaði við brotssparkskapping, har Derby vann 8-7, eftir at Phil Jones brendi. Í mun til undanfarnu árini, so verður farið beint til brotssparkskapping, tá ein dystur endar við javnleiki.

 

Venjari hjá Derby er Frank Lampard, sum í síni tíð spældi undir leiðslu av José Mourinho, sum í dag er venjari hjá Manchester United.

 

3. umfar í Liga Cup:

AFC Bournemouth 3 - 2 Blackburn Rovers

Blackpool 2 - 0 Queens Park Rangers

Burton Albion 2 - 1 Burnley

Millwall 1 - 3 Fulham

Oxford United 0 - 3 Manchester City

Preston North End 2 - 2 Middlesbrough *

Wolverhampton Wanderers 0 - 0 Leicester City *

Wycombe Wanderers 3 - 4 Norwich City

Manchester United 2 - 2 Derby County *

West Bromwich Albion 0 - 3 Crystal Palace

*Víðari eftir brotssparkskapping