Marjun F. Danberg: Kenslan er beisk

(Rás2) Marjun F. Danberg iðrar seg um mongu skotini, har hon rakti stengurnar á svenska málinum í 15-33 tapinum í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Marjuna F. Danberg, sum saman við liðfeløgunum á føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti tapti 15-33 (10-19) ímóti Svøríki í EM-undankappingardystinum, sum var spældur í høllini á Hálsi í Havn fyrr í dag.

 

Marjun F. Danberg er nøgd við fyrstu 10 minuttirnar, tá støðan var 5-5, men annars hevur hon eina beiska kenslu av dystinum.

 

Marjun F. Danberg iðrar seg um, at hon kom opnar málmøguleikar, men rakti stengurnar í svenska málinum, og bóltarnir fóru bara ikki inn. Hon heldur seg ikki hava hepnið við sær í dag.

 

Tó heldur hon, at tað hevur verið læruríkt og spennandi, men vegurin upp til tey bestu liðini er enn langur, ásannar Marjun F. Danberg.