Leita á in.fo

André Olsen 14.02.2017 (20:31)

Markantur styrkur til Giza Hoyvík

Giza Hoyvík spældi farna kappingarár fyri fyrstu ferð í nøkur ár í nætbestu føroysku fótbóltsdeildini. Kappingarárið hilnaðist so mikið væl, at Giza Hoyvík endaði á einum fjórða plássi í deildini, har teir harafturat spældu upp ímóti báðum liðunum, ið fluttu upp í fjør.

 

Tí er væntandi at Giza Hoyvík í ár skal takast í álvara, tá tað umræður uppflyting úr næstbestu deildini.

 

Í kvøld boðar Giza Hoyvík so frá, at felagið hevur styrkt sær um hópin til komandi kappingarár. Og tað er ikki hissini styrkur, ið teir fáa. Teir hava nevniliga skriva sáttmála við Hanus Thorleifsson, ið seinastu trý kappingarárini hevur verið fastur fúsur á liðnum hjá B36, har hann millum annað hevur verið við til at vinna tvey FM-heiti fyri felagið.

 

Hanus Thorleifsson hevur eisini royndir frá fleiri altjóða dystum, umframt at hann eisini hevur leikt á a-landsliðnum fyri Føroyar.