Marnar og Rigmor vunnu

65 rennarar stillaðu til start til hálvmaraton millum Fjarða. Veðrið var keðiligt, men tað steðgaði ikki íðnu rennarunum. Starturin var millum Fjarða og málið var á Toftakai.

 

Tað var skjótt at teir tríggir fremstu menninir fóru undan hinum. Eirikur Hansen, Marnar Djurhuus og Cecil Weihe, sum tó bert fylgdi við fyrstu 3-4 kilometrarnar. Teir báðir fyrru fylgdust so at siga allan vegin á málið. Marnar var tó fyri tað mesta einar 30-40 metrar undan, og tað var hann eisini á málinum, skrivar fif.fo.

 

Teir báðir vóru greitt undan triðja manninum, Cecil Weihe, sum tó vann veteranbólkin. Eitt fitt petti var aftur til Henry Olsen og Una Svabo Joensen á næstu veteranplássunum.

 

Vinnarin hjá superveteranunum gjørdist Regin Zachariasen. Samlað rakk hann fjórðaplássinum! Hann fylgdist við Nielsi Poulsen stóran part av teininum. Niels endaði loksins á fimta plássi.

 

Kappingin hjá kvinnunum var ikki spennandi. Heilar 12 minuttir var Rigmor N. Arge framman fyri næsta rennaran. Kaldi váti mótvindurin sá ikki út til at nerva Rigmor tað allar minsta. Jonhard Larsen og Rigmor arbeiddu væl saman og hon endaði við einari frálíkari tíð.