Leita á in.fo

Maurice Ross sigur seg verða stillisliga glaðan um sigurin yvir 07 Vestur

Heri Simonsen 18.06.2017 (20:50)

Maurice er stillisliga glaður um úrtøkuna

- Eg gleðist í tí stilla um sigurin í dag. Soleiðis málber Maurice Alexander Ross, litríki høvuðsvenjarin hjá TB/FCS/Royn seg um sigurin ímóti 07 Vestur á heimavølli í dag, har suðringar aftur, hóast teir vóru aftanfyri vendu dystunum, og fingu fulla úrtøku við einum 3-1 sigri.

 

Maurice Ross viðgongur, at tað gekk ikki heilt eftir vild í fyrra hálvleiki, tá 07 Vestur kom á odda 1-0, men hann sigur, at hann hevur nakrar ótrúligar spælarar, sum hava ein ótrúligan stríðsvilja til at koma afturíaftur. Hann sigur, at tað liggur ikki í hansara ætlan at liðið skal koma afturum, tí tað er nógv strævnari fyri hann, men hvørja ferð, so stríðist liðið fyri sakini. Eisini í teimum tøttu ósigrunum ímóti oddaliðunum í effodeildini.

 

Maurice Ross hevur nógvar umstøður ímóti sær. Hópurin venur í tveimum. Hann hevur eina helvt hjá sær suðuri í Trongisvági, og Jón Krosslá Poulsen venur hina helvtina norðuri í Havn. Maurice Ross hevur tað einki gott við at sigla ov ofta, og tí hevur hann ikki verið norðanfjørðs og vant aðra helvtina av hópinum, men hann slær fast, at hann hevur 100 prosent álit á Jón Krosslá Poulsen, og teimum, sum venja norðanfjørðs.

 

Maurice Ross er fegin um úrtøkuna higartil, 19 stig. Hann heldur tað verða flott av TB/FCS/Royn at liggja frammanfyri HB og B36 á stigatalvuni. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 fyrr í kvøld við tann litríka skotan, sum hevur fingið nógv burturúr umstøðunum, sum hann stríðist undir.