Leita á in.fo

Hoyr høvuðsvenjaran hjá TB/FCS/Royn taka samanum 0-1 tapið ímóti B36 á heimavølli

Heri Simonsen 12.08.2017 (18:35)

Maurice Ross: Í dag vóru vit kappingarførir

- Ja vit taptu ímóti B36, men í dag vóru vit kappingarførir, og tað kann eg so gleðast um. Vit hava nú spælt fimm dystir á rað ímóti toppliðum har møguleikarnir eru 30/70. Nú fáa vit so nakrar dystir har møguleikarnir eru 50/50, har vit hava ein veruligan møguleika at vinna. Orðini eigur høvuðsvenjarin hjá TB/FCS/Royn, Maurice Ross.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Maurice Ross fyrr í kvøld.

 

Maurice Ross harmast, at sigursmálið hjá B36 kom aftaná eina innkaststøðu, har hansara menn ikki vóru nóg vaknir. Hann staðfestir tó, at B36 var tað betra liðið við Stórá í Trongisvági í dag. 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her