Leita á in.fo

Skotski høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Maurice Ross er sera ørkymlaður um, at málið hjá EB/Streymi ikki var kolldømt fyri rangstøðu

Heri Simonsen 15.04.2018 (18:55)

Maurice Ross: Málið hjá EB/Streymi var offside

- Hann var minst fýra metrar offside. Orðin eigur høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Maurice Ross, ið sá sínar menn leika javnt 1-1 ímóti EB/Streymi á Eiði. 

 

- Eg havi sjáldan sæð ein so einsíðis dyst. Vit høvdu alt spælið, og málverjin hjá okkum hevði einki at gera. Hvat meir kanst tú gera fyri at vinna ein fótbóltsdyst, og so hendir hetta og kostar okkum sigurin, sigur ein týðiliga vónsvikin høvuðsvenjari hjá Víkingi í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig.

 

Maurice Ross heldur, at hjálpardómarin hevði nóg góðan vinkul til at síggja, at 1-1 málið var offside.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað sum litríki skotski venjararin hjá Vìkingi, Maurice Ross segði í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig á Rás2 aftaná dystin.

 

Samrøðan Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Gestur B. Dam hjá EB/Streymi hoyrist HER

 

 

 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her