Leita á in.fo

Mynd: (Havnar Dartfelag) Jan McIntosh

Tróndur Arge 12.09.2017 (19:07)

McIntosh drønar avstað

Fyrsta umfar í FM kappingini var um vikuskiftið í hølunum hjá Havnar Dartfelag. Luttøkutalið hevur fyrr verið høgri. 32 mannfólk og átta konufólk meldaðu til. Ein av størstu favorittunum, fyri ikki at siga tann størsti favoritturin – Remy G. Hansen – meldaði ikki til. Hann er júst vorin pápi og metti seg ikki hava tíð at luttaka hesaferð. FM vinnarin, Jón Johansen, var heldur ikki við, meðan argjamaðurin Bárður Olsen fær spælt aftur, eftir at hava verið undir skurð og sitið uttanfyri at kalla alt farna kappingarár.

 

Í teirra stað traðkaði Jan McIntosh til. Hann vann fyrst A-kappingina og síðani Kup-kappingina. Sostatt vann hann báðar kappingarnar á heimavølli og hevur fult stigatal.

 

McIntosh tók av í A-kappingini

Í A-kappingini, har spælararnir blíva styrkismettir, vunnu Jan McIntosh og Petur Thomsen seg í finaluna. Í finaluni var ongin ivi, tí Jan McIntosh hevði munin allan vgin og vann. Á veg til finaluna vann Jan McIntosh á Jens Alberti Simonsen og Boga Isaksen úr Klaksvík.

 

Eftir skurðviðgerðina er fleirifaldi FM vinnarin, Bárður Olsen, at finna í B-bólkinum. Her vann hann á Hans Emil Haraldsen, sum annars hevði hægsta útgangin við 118. Fægst pílar hevði Uni Árting, sum í A-bólkinum tapti longu í fyrsta umfari fyri Boga Isaksen. Uni Árting brúkt 16 pílar.

 

McIntosh sannførandi í Kup-kappingini

Jan McIntosh vann sannførandi kup-kappingina. Hann vann á Oddfinni Hansen í fjórðingsfinaluni og Una Árting í hálvfinaluni, áðrenn hann eitt sindur óvæntað rendi seg í veteranin, Ólav Ellingsgaard í finaluni. Hann hevur verið drúgvur í dartumhvørvinum, men tað er nakað síðani at hann hevur verið í eini finalu.

 

Ólavur Ellingsgaard vann spennandi hálvfinalu á argjamanninum í Team Sandoy, Hans Eivindi Olsen. Frammanundan rendi hann Eyðun Samuelsen heim í fjórðingsfinaluni. Í finaluni hevði veteranurin tó ikki hepni við sær, tí Jan McIntosh spældi sannførandi og vann 5-2. Jan McIntosh hevði eisini fægst pílar við 14, meðan Heri Kallsoy hevði hægst útgang við 114.

 

Átta kvinnur

Eisini í ár verða kvinnurnar partur av kappingarárinum hjá Dartsambandinum. Tað eru nakrir spælarir, sum javnt møta til FM kappingarnar, men tað eru eisini dagar tá talið er nakað hægri enn tær átta, sum møttu til FM kappingina hesaferð.

 

Fyrru kappingina vann Annika Joensen úr Team Sandoy við finalusigri á Liss á Fjallinum úr Havnar Dartfelagi. Áveg í finaluna vann hon á Birthe Sikivat, meðan Liss á Fjallinum vann á Joan Edvør Thomassen, sum annars vann seinnu kappingina.

 

Komandi FM umfar verður 30. septembur í Samljóð í Skopun.

 

A-kappingin:

Nr. 1 Jan McIntosh, HDF

Nr. 2 Petur Thomsen, D16

Nr. 3 Bjartur Olsen, ADF

Nr. 3 Bogi Isaksen, KDF

 

B-kappingin:

Nr. 1 Bárður Olsen, HDF

Nr. 2 Hans Emil Haraldsen, HDF

Nr. 3 Heri Kallsoy, Strálan

Nr. 3 Kristian Joensen, KDF

 

Kup-kapping:

Nr. 1 Jan McIntosh, HDF

Nr. 2 Ólavur Ellingsgard, Pílar&Skot

Nr. 3 Uni Árting, HDF

Nr. 3 Hans Eivind Olsen ,Team Sandoy

 

Kvinnurnar kapping 1:

Nr.1 Annika Joensen,Team Sandoy

Nr. 2 Liss á Fjallinum, HDF

Nr. 3 Birthe Sikivat,HDF

Nr. 3 Joan Edvør Thomassen,VDF

 

Kvinurnar kapping 2:

Nr. 1 Joan Edvør Thomassen,VDF Nr. 2 Sofía Rasmussen,KDF

Nr. 3 Gunnbjørg Dam,VDF

Nr. 3 Terja Ósá, KDF.