Meinhard skiftir helst felag

Sáttmálin við Vendsyssel gongur út í summar, og í næstu viku verður avgerð tikin um framtíðina

Føroyski U-21 landsliðsleikarin, Meinhard E. Olsen, fekk í vár sítt gjøgnumbrot á liðnum hjá Vendsyssel í næstbestu donsku deildini. Hann spældi tá fleiri dystir frá byrjan, og kom eisini á máltalvuna nakrar ferðirnar.

 

Men móti endanum av kappingini bragdaði ikki eins væl hjá føroyska leikaranum, sum fekk heldur soltið av spælitíð tá.

 

Sáttmálin við Meinhard E. Olsen, ið hevur verið í Vendsyssel seinastu tvey kappingarárini, gongur í summar út, og nógv røkist fyri, at hann nú fer at skifta felag.

 

Við in.fo sigur Meinhard E. Olsen, at avgerð um framtíðina hjá sær verður tikin innan ta næstu vikuna.

 

-       Sáttmálin gongur út nú, og eg vænti at taka eina avgerð innan eina viku ella so, hvar eg fari at halda á fram. Eg havi møguleikar frá Danmark, Íslandi og Føroyum, sigur Meinhard E. Olsen.

 

Tað er tó nakað, ið bendir á, at Meinhard E. Olsen helst verður at síggja aftur í barndómsfelagnum NSÍ eftir summarsteðgin. Í samrøðu við Vespureiðrið á R7 í gjár, segði NSÍ venjarin, Anders Geber, at NSÍ fær styrk í summar, nú tað er greitt at danski høgri bakkurin, Tobias Olesen, flytir niður aftur í lestrarørindum.

 

Sostatt er ikki óhugsandi at felagið kann flyta Bárður J. Hansen aftur á høgra bakk fyri Tobias Olesen, sum er upprunapositiónin hjá Bárði, meðan Meinhard E. Olsen fer at vera keyptur inn sum styrkur til høgra vongin, har hann hevur spælt fyri Vendsyssel í vár.