Meistaravenjarar eru bestir

Fótbóltsgalla 2018: Venjararnir, sum vunnu FM, hava eisini vunnið heiðurin sum ársins venjarar.

Á tiltakinum Fótbóltsgalla 2018 í kvøld eru báðir meistaravenjararnir blivnir kosnir til ársins venjarar 2018. Tað hava aðrir venjarar, liðskiparar, tíðindafólk og viðmerkjarar atkvøtt fyri.


Heimir Guðjónsson hjá HB fekk heiðurin sum ársins venjari í bestu mansdeildini. Tað var tað neyvan nakar ivi um at hann fór at fáa, nú hann megnaði at føra HB til føroyameistaraheitið við einum sannførandi stigameti. Heimir var tilnevndur til heiðurin saman við Jákupi á Borg (B36) og Sámal Eriki Hentze (NSÍ).


Í kvinnudeildini var tað greipuvinnarin við EBS/Skála, Mathias Davidsen, ið fekk heiðurin sum ársins venjari 2018. Hann var tilnevndur saman við Alaksandar Djordjevic (KÍ) og Allan Dybczak (HB).