Messi: Hattrik nummar 50

Lionel Messi var aftur í essinum í gjár

FC Barcelona vann í gjár 4-2 í torføra útidysti móti Sevilla í sponsku landskappingini. Sermerkt fyri dystin er, at Lionel Messi skoraði sítt hattrik nummar 50 í yrkisleiðini.

 

Sevilla kom tvær ferðir á odda, meðan báðu ferðirnar javnaði Lionel Messi. Fimm minuttir fyri tíð skoraði argentinski bóltsnillingurin so til 3-2, áðrenn hann legði upp til 4-2 málið, sum Luis Suarez skoraði.

 

Lionel Messi hevur nú skotið 650 mál og lagt upp til 227 mál í 797 dystum. Nú er eisini komin upp á 50 hattrik. Tað er, tá ein spælari skorar trý mál í sama dysti. Lionel Messi er 31 ára gamal.