Leita á in.fo

Michał Przybylski var ársins ungi spælari í føroyskum fótbólti í 2017

Heri Simonsen 11.07.2018 (21:30)

Michał vónar at fáa møguleikan í Europa League

Tað hevur verið ein umskiftilig tíð hjá Michał Przybylski seinasta árið.

 

Farna kappingarár gekk tað framúr væl hjá Michał Przybylski í Skála, har hann var sera eyðsýndur, og bleiv eisini valdur til ársins unga spælara í føroyskum fótbólti. Stutt eftir hetta spældi hann venjingardyst við pólska U20-landsliðnum ímóti Pólandi, og síðani gekk leiðin til Widzew Lodz í Pólandi.

 

Men í Widzew Lodz hevur ikki gingið væl hjá Michał Przybylski at fáa spælitíð, og tí hevur hann valt at spæla við B36 í seinnu hálvu í vónini um at fáa veruliga gongd aftur á fótbóltsyrkisleiðina hjá sær.

 

Michał Przybylski er sera spentur uppá dystirnar B36 skal spæla ímóti Titograd úr Montenegro, og hann vónar at fáa møguleikan í Europa League fyri B36.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Michał Przybylski á FM1 í Gundadali fyrr í dag.

 

Dysturin millum B36 og Titograd byrjar klokkan 19 hóskvøldið. Tróndur Arge sigur frá dystinum á FM1. Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

In.fo hevur sjálvandi beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her