Leita á in.fo

Tróndur Arge 07.02.2018 (16:45)

Miðlar: Conte verður koyrdur

Flestu av bretsku miðlunum siga seg vita, at venjarin hjá Chelsea, Antonio Conte, verður koyrdur í næstum. Chelsea tapti mánakvøldið 4-1 fyri Watford, eftir at hava tapt 3-0 fyri Bournemouth í farnu viku. Mett verður, at Luis Enrique verður avloysarin.

 

Antonio Conte hevur í longri tíð gramt seg um manglandi spælarakeyp. Tað hevur ikki hjálpt upp á stemningin í hópinum. Chelsea hevur bara vunnið tveir av teimum seinastu tíggju dystunum, men serliga tvey tey seinastu tapini eru stór.

 

Spanska blaðið, Sport, sigur seg vita, at avloysarin verður Luis Enrique. Fyrrverandi venjarin hjá FC Barcelona, er í løtuni arbeiðisleysur, eftir at hann gavst sum venjari hjá katalanska stórfelagnum farna summar.

 

Blaðið sigur seg eisini vita, at talan verður um ein tvey og eitt hálvt ára sáttmála. Sermerkt við valinum av Luis Enrique, um tað verður so, er at Chelsea skal spæla móti FC Barcelona í Champions League hendan mánaðin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her