Leita á in.fo

Hoyr høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen taka samanum 1-5 tapið ímóti B36 á heimavølli

Heri Simonsen 18.06.2017 (20:30)

Mikkjal: B36 vísti kontraspæl á høgum støði

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen aftaná 1-5 ósigurin hjá KÍ ímóti B36 á heimavølli í dag. Talan er um fyrsta ósigurin hjá KÍ í effodeildini í ár.

 

Mikkjal Thomassen staðfestir, at dysturin í dag er ein av teimum ringu løtunum, sum ein ikki ynskir at uppliva, men sum hendi í fótbólti av og til. Hann slær fast, at nú ræður tað um hjá øllum at taka saman lógvatak, og lyfta seg til komandi uppgávurnar.

 

Í morgin er Europa League lutakast, har KÍ eisini er í pottinum. Mikkjal Thomassen vónar, at KÍ fær eitt mótstøðulið, sum tað er, ið hvussu er 30-40 prosents møguleiki at vinna á.

 

Um mótstøðuliðið B36 staðfestir Mikkjal Thomassen, at hann hevur frá kappingarbyrjan verið greiður yvir, at B36 fór at verða eitt sterkt lið offensivt, og hann sigur seg lyfta hattin av fyri B36, sum vísti kontraspæl á sera høgum støði.