Mikkjal Thomassen: Hitin ikki ein umbering

Venjarin KÍ er varin við at meta um mótstøðuna, men hitin á Malta verður ikki ein umbering

Lutakastið til undanumfarið í Europa League hevur verið í dag. KÍ skal spæla móti Brikirkara av Malta. Venjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen, er við gott mót, men er varin við at styrkismeta mótstøðuliðið, sum hann var við til at vinna á í 2006.

 

Les eisini: B36 til Gibraltar og KÍ til Malta

 

-Eg havi ikki havt tíð at granska teir enn, men vit spældu ímóti teimum í 2006 og vunnu. Men eg havi frænir av, at teir hava klárað seg væl í seinastuni, sigur Mikkjal Thomassen og leggur afturat:

 

-Vit hoyra jú, at teir hava vunnið á liðum sum Hearts úr Skotlandi og West Ham í Onglandi. Um tað er veruliga styrkin hjá teimum, so er talan um eitt torført lutakast, men vit fara nú at seta okkum inní støðuna hjá liðum, sigur venjarin hjá KÍ.

 

Hitin ikki ein umbering

KÍ skal spæla fyrra dystin á Malta, meðan returdysturin verður í Gundadali. Tað plagar at verða ein fyrimunur.

 

-Statistiskt sæð er tað ein fyrimunur, at hava seinna dystin á heimavølli. Um tað er bakandi heitt á Malta, so kann tað verða ein vansi, men spælararnir hjá okkum eru væl fyri, so tað verður ikki ein umbering. Eg vænti, at vit eru kropsliga væl fyri og fara at gera tað torført fyri teir í fyrra dystinum, sigur Mikkjal Thomassen.

 

Hann leggur aftur, at hetta er ein stuttlig og spennandi uppgáva, sum á pappírinum er lættari enn seinast, tá KÍ í fjør var í Evropa.

 

-Hetta er bæði stuttligt og spennandi. Tað er stórur áhugi frá áskoðarunum, og óansæð styrkina hjá teimum, so verður hetta ikki líka torført sum móti AIK, sigur Mikkjal Thomassen at enda.

 

Í fjør megnaði KÍ at spæla málleysan javnleik á heimavølli móti AIK Stokholm, men tapti greitt á úti vølli.

 

Europa League:

28. juni:

B36 - St Joseph's

Birkirkara - KÍ

 

5. juli:

St Joseph's - B36

KÍ - Birkirkara