Leita á in.fo

Danjal av Rana 07.11.2018 (22:34)

Mjølnir hevur framvegis fult stigatal

Fleyr megnaði einki at gera við Mjølnir í oddadystinum í stórhøllini á Hálsi í Havn í gjárkvøldið.

 

Tað vóru nummar eitt og tvey í landskappingini, sum møttust. Mjølnir hevði fult stigatal, seks stig fyri teir báðar fyrstu dystirnar, meðan Fleyr hevði fýra stig.

 

Áskoðararnir vóru vitni til ein sera javnan dyst fyrstu løtuna. Heimaliðið dró longra stráðið í einum sera longum fyrsta settið, sum endaði 31 – 29 til havnamenn. Annað settið var eisini javnt, men hesaferð vóru klaksvíkingar stinnari og vunnu 26 – 24.

 

Síðani gjørdi klaksvíkingar bart og syrgdu fyri, at øll trý stigini vóru fingin til høldar. Tey bæði næstu settini endaðu bæði 25 – 19 til Mjølnir.

 

Mjølnir hevur tí framvegis fult stigatal eftir tríggjar teir fyrstu dystirnar í landskappingini.

 

Næstu dystirnir vera um vikuskiftið. Leygardagin klokkan 16 hittast SÍ og ÍF í Sørvági og sunnudagin klokkan 13 hittast Mjølnir og Fleyr aftur, hesaferð í Badmintonhøllini í Klaksvík. Mánadagin verður eisini flogbóltur, tá ÍF og SÍ hittast á Kambsdali klokkan 19.30.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her