Leita á in.fo

Pætur Albinus 06.12.2018 (17:27)

Mladen hevur brotið fótin

Menninir hjá VÍF mugu komandi tíðina klára seg uttan serbiska málverja teirra, Mladen Mjerimacka, sum hevur brotið eitt bein í fótinum og má binda frið í umleið ein mánað.


Tað var í dystinum ímóti H71 sunnudagin, at Mladen fór upp á áskoðaraplássini eftir einum bólti, og beklaði í tí hann skuldi seta fótin aftur á gólvið.


- Eg hoyrdi eitt ljóð og føldu pínu beinanvegin, meg eg loyvdi ikki fysioterapeutinum at taka skógvin av, tí so hevði eg ikki sloppið at spælt víðari, sigur Mladen.


Kanningar av fótinum eftir dystin vístu, at eitt bein í fótinum er brotið, og Mladen hevur nú fingið boð um at binda frið í eina tíð.


- Vanliga tekur tað 6-8 vikur, men brotið liggur rímiliga væl, og eg vænti at vera við aftur til dystin 6. januar ímóti Kyndli, sigur hann.


Nú Mladen má sita uttanfyri verður tað helst Dia á Lava, sum skal verja málið hjá vestmenningum.


- Hann er væl fyri í ár, so hann skal nokk klára næstu tríggjar dystirnar uttan trupulleikar, sigur Mladen um starvsfelagan í VÍF-málinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her