Leita á in.fo

Tróndur Arge 07.11.2018 (14:43)

Mourinho: Dysturin móti Juventus er ikki avgerandi

Í kvøld verður seinna hálva av fjórða umfari í bólkaspælinum í Champions League. Stóri dysturin er í Italia, har Juventus fær vitjan av Manchester United. Eftir sigurin á Old Trafford í farna umfari, so skal Juventus bara hava javnleik fyri at koma víðari. Venjarin hjá Manchester United hevur hug at taka týdningin úr dystinum.

 

Les eisini: Klopp ónøgdur við spælararnar

 

- Hetta er ein stóru dystur fyri okkum, men hetta er ikki ein avgerandi dystur. Eg haldi, óansæð hvussu úrslitini verða, so verða tað dystirnir móti Young Boys og Valencia, sum eru avgerandi fyri, um vit koma víðari úr bólkaspælinum, sigur José Mourinho, venjari hjá Manchester United.

 

Juventus vann í farna umfari 1-0 á Old Trafford, men av tí at Valencia bara fekk javnleik í Sveiss móti Young Boys, so er Manchester United framvegis á øðrum plássi í bólkinum. Juventus kann við javnleiki í kvøld tryggja sær víðari luttøku.

 

Bólkur E:

Bayern Munchen – AEK Athens (20.00)

Benfica – Ajax (20.00)

 

Støðan:

1.    Ajax 7 (stig)

2.    Bayern Munchen 7

3.    Benfica 3

4.    AEK Athens 0

 

Bólkur F:

Lyon – Hoffenheim (20.00)

Manchester City – Shakhtar Donetsk (20.00)

 

Støðan:

1.    Manchester City 6

2.    Lyon 5

3.    Hoffenheim 2

4.    Shakthar Donetsk 2

 

Bólkur G:

CSKA Moskva – AS Roma (17.55)

Viktoria Plzen – Real Madrid (20.00)

 

Støðan:

1.    Real Madrid 6

2.    AS Roma 6

3.    CSKA Moskva 4

4.    Viktoria Plzen 1

 

Bólkur H:

Valencia – Young Boys (17.55)

Juventus – Manchester United (20.00)

 

Støðan:

1.    Juventus 9

2.    Manchester United 4

3.    Valencia 2

4.    Yonug Boys 1


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her