Leita á in.fo

Mynd: (Scanpix) José Mourinho drillar áskoðararnar hjá Juventus

Tróndur Arge 08.11.2018 (09:18)

Mourinho fekk øði í Juventus

Í gjár var seinna hálva av fjórða umfari í bólkaspælinum í Champions League. Í dag eru flestu myndirnar í miðlunum av José Mourinho, venjaranum hjá Manchester United, sum háðandi heldur hendina upp til oyrini.

 

Les eisini: United spilti veitsluna hjá Ronaldo

 

- Tey spiltu meg út í 90 minuttir. Eg kom bara her fyri at gera mítt arbeiði og einki meir enn tað. Eg fornermaði ikki nakran, men gjørdi bara tekin til áskoðararnar hjá Juventus um, at eg vildi hoyra meiri til teir, sigur José Mourinho á tíðindafundinum eftir dystin, og leggur afturat:

 

Manchester United vann eitt sindur óvæntað í Italia, eftir at Cristiano Ronaldo legði Juventus á odda við einum framúr máli. Juan Mata javnaði beinleiðis upp á fríspark bara fýra minuttir fyri tíð, áðrenn Juventus gjørdi sjálvmál í seinasta minuttinum.

 

- Eg skuldi kanska ikki havt gjørt tað, men tí mín familja, og Inter-familjan, bleiv svínað til, so reageraði eg soleiðis, sigur fyrrverandi venjarin hjá Inter Milan, José Mourinho.

 

Ein tann størsti kritikkarin av José Mourinho, er fyrrverandi miðvallarin hjá Manchester United, Paul Scholes. Hann helt lítið um atburðin hjá José Mourinho eftir dystin.

 

- Soleiðis er tað, har hann er. Onkuntíð skal tú vinna við eitt sindur av stíli og bara taka í hondina á venjaranum. Eg haldi ikki, at hatta var neyðugt, men soleiðis er hann nú einaferð, sigur Paul Scholes.

 

Bólkur H:

Valencia – Young Boys 3-1

Juventus – Manchester United 1-2

 

Støðan:

1. Juventus 9

2. Manchester United 7

3. Valencia 5

4. Yonug Boys 1


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her